Vegleiðing

Eru tíni rættindi tryggjað?

Vit koma øll í hóslag við lógir og paragraffir í gerandisdegnum, og tá ið á stendur er skótt at drukna í øllum hurlivasanum. Um tú ikki hevur ráð at keypa tær professionella hjálp, kunnu tíni rættindi skjótt detta burturímillum.

Rættarhjálp Føroya

Rættarhjálpin er stovnað 1996 av sjálvbodnum juristum. Endamálið er at veita einstaklingum ókeypis løgfrøðisliga hjálp og rágeving til tess at tryggja teirra rættindi. Øll kunnu venda sær til rættarhjálpina, men víðkað hjálp verður veitt teimum, ið eru ringast fyri fíggjarliga.

Raksturin av skrivstovuni verður fíggjað við almennum studningi, men Rættarhjálp Føroya er ein sjálvsognarstovnur, sum er óheftur av almennum myndugleikum og privatum áhugamálum.

Rættarhjálp Føroya er mannað av juristum, ið dagliga starvast bæði innan tað almenna, hjá privatum fyritøkum og á advokatskrivstovum. Allir spurningar verða viðgjørdir í trúnaði og rágevararnir hava tagnarskyldu.

Goymsla av málsskjølum

Tá eitt mál er liðugt viðgjørt, verða skjølini í málinum, herundir elektroniskar dátur, goymd í 5 ár fyri síðani at verða makulerað/slettað heilt og endaligt. Allir persónsupplýsingar verða viðgjørdir samsvarandi ásetingunum í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum. Møgulig frumskjøl, sum rættarhjálpin hevur í varðveitslu, verða latin aftur í seinasta lagi, tá málið er liðugt viðgjørt.