Viðgerð av persónsupplýsingum
Sum dátuábyrgdari hevur Rættarhjálp Føroya ábyrgdina av at verja tínar persónupplýsingar, og vit taka hesa ábyrgd í størsta álvara. Niðanfyri finst kunning um, hvussu vit innsavna, viðgera og verja tínar persónupplýsingar eins og kunning er um, hvørji rættindi, tú sum skrásettur hevur. Henda síða verður dagførd leypandi, t.d. um vit broyta, hvussu persónupplýsingar verða viðgjørdar, ella um vit seta nýggjar reglur ella mannagongdir í verk.
Tú góðtekur, at allar ósemjur viðvíkjandi viðurskiftum, ið eru lýst her, verða loystar í samsvari við føroyskan rætt.
Innsavnan og viðger av persónsupplýsingum, tá ið tú vitjar okkara heimasíðu
Sum flestallar heimasíður savnar okkara heimasíða sjálvvirkandi ávísar upplýsingar um teg, tá ið tú vitjar hana. Hesar upplýsingarnar kunnu t.d. fevna um tína IP-adressu, økið hvaðani tín telda ella eind bindur seg í alnetið, hvønn kaga (browsara) og hvørja stýrisskipan tú brúkar, og upplýsingar um, hvussu tú brúkar heimasíðuna, undir hesum hvørjar undirsíður tú vitjar. Vit brúka upplýsingarnar til at tillaga og menna heimasíðuna, so hon nøktar tørvin hjá teimum vitjandi. Vit kunnu eisini brúka tína IP-adressu til at finna brek á servarum okkara og til at umsita heimasíðuna, greina rák, spora hvussu tú brúkar heimasíðuna og til at savna yvirskipaðar demografiskar upplýsingar, sum vit brúka til at greina tørvin hjá vitjandi á heimasíðuni.
Tá ið tú sendir okkum eini boð gjøgnum heimasíðuna, verða boðini send ígjøgnum Mandrill, ið goymir eitt avrit av boðunum í 90 dagar. Mandrill er ein tænasta hjá Mailchimp, ið heldur til í USA. Privatlívspolitikkin hjá Mailchimp kanst tú lesa her: https://mailchimp.com/legal/privacy.
Legg til merkis, at tú verður kravdur at skriva inn ávísar persónsupplýsingar fyri at kunna senda boð umvegis okkara heimasíðu. Tað sæst nær upplýsingar eru kravdir og nær tað er sjálvboðið at skriva inn upplýsingar. Kravdir upplýsingar eru merktir við(*). Til dømis er neyðugt, at vit fáa upplýsing um hvussu vit kunnu fáa fatur á tær, fyri at kunna svara tínum spurningum. Ynskir tú ikki at skriva inn kravdu upplýsingarnar, ber ikki til at senda okkum boð umvegis heimasíðuna.
Okkara heimasíða hevur eisini leinkir til aðrar heimasíðir ella til samkoyrdar heimasíðir. Rættarhjálpin tekur ikki ábyrgd fyri innihaldinum á heimasíðum hjá øðrum veitarum, ella fyri mannagongdunum hjá slíkum veitarum viðvíkjandi innsavnan av persónsupplýsingum.
Tá tú vitjar aðrar heimasíðir, mæla vit til, at tú lesir teirra politikkir viðvíkjandi vernd av persónsupplýsingum, umframt aðrar viðkomandi politikkir.
Kennifílur (cookies) á heimasíðuni
Okkara servari sendir tínum kaga ein fyrispurning fyri at staðfesta, um kagin hevur goymt “cookies” í sambandi við undanfarnar vitjanir á heimasíðuni. Ein cookie er ein lítil dátufíla, sum verður goymd í tínum kaga, tá ið tú vitjar eina heimasíðu, so heimasíðan kennir tína teldu aftur, næstu ferð tú vitjar hana. Ein cookie er ein óvirkin fíla og kann ikki spjaða virus ella onnur skaðilig forrit. Cookies kunnu savna inn upplýsingar, undir hesum eyðmerkingarlykil, brúkarastillingar, brúkaraupplýsingar, upplýsingar um brúk av heimasíðuni og samlaðar hagfrøðiligar upplýsingar. Cookies kunnu eisini brúkast til at goyma brúkarastillingar og til at greina og meta um effektivitetin av serstøkum pørtum av heimasíðuni í samsvari við hesar leiðreglur umframt til at betra um brúkaraupplivingina.
Rættarhjálpin hevur gjørt avtalur við triðjapartsveitarar, sum geva okkum atgongd til greiningar- og søluamboð. Hesi amboð kunnu vegna rættarhjálpina leggja cookies á tína teldu, sum gera tað møguligt at greina tína atferð á okkara heimasíðu. Eisini hevur rættarhjálpin eina síðu á Facebook, har upplýsingar um tína atferð verða savnaðar, tó bara um tú velur at vitja hesa síðuna.
Til ber at lesa meira um teirra viðgerð av persónsupplýsingum her:
Google: https://policies.google.com/privacy
Facebook: https://www.facebook.com/policy.php
AddThis: www.addthis.com/academy/tag/cookies/
Tín kagi kann hava funkur, sum gera tað møguligt at stýra cookies. Flestu nýggjari kagar kunnu t.d. ávara teg, tá ið ein heimasíða vil leggja eina cookie-fílu á tína teldu, so tú kanst nokta ella góðtaka tað. Tú kanst eisini stilla kagan til at nokta øllum cookie-fílum ella til einans at góðtaka cookie-fílur frá teirri heimasíðuni, tú vitjar (nokta triðjaparts-cookies). Tú fært altíð broytt og tikið burtur samtykkið við at trýsta á tannhjólið niðast til vinstru á okkara heimasíðu. Legg til merkis, at um tú noktar øllum cookie-fílum, eru summar funkur á heimasíðuni ikki tøkar.
Summar cookie-fílur verða goymdar á tíni teldu, eftir at tú ert farin av síðuni. Meginparturin av teimum verða goymdar í 1-24 mánaðir, men summar verða ikki strikaðar, um tær hava eina serliga funku; t.d. cookies, sum goyma frávalsstillingar. Tú kanst strika einstakar cookie-fílur ella allar cookie-fílur, sum tín kagi hevur goymt, gjøgnum stillingargluggan á kaganum.
Tá ið tú vitjar okkara heimasíðu uttan at hava noktað ella strikað cookies, góðtekur tú nýtsluna av cookies á heimasíðuni. Vit brúka greiningaramboð frá Google og Facebook.
Lesast kann meira um cookies, sum verða nýttar á okkara heimasíðu, við at trýsta á tannhjólið niðast til vinstru á okkara heimasíðu, har kunnað verður um, júst hvørjar cookies verða brúktar.
Um tú hevur tørv á fleiri upplýsingum enn teimum, sum standa her, ella í fyriliggjandi kunningarskrivunum um tíni rættindi viðvíkjandi viðgerð av persónupplýsingum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Dátuverndarpolitikkur
Rættarhjálpin fær persónsupplýsingar frá tær, tá ið tú setir teg í samband við okkum.
Rættarhjálpin leggur stóran dent á trygd og verju av persónsupplýsingunum í viðgerðini.
Sambært § 23 í dátuverndarlógini skal rættarhjálpin kunna teg um okkara dátuverndarpolitikk, tá ið vit móttaka persónsupplýsingar um teg. Tað er bert til tína kunning. Tú nýtist ikki at gera nakað, og tú missir eingi rættindi, um tú ikki lesur kunningina.
Niðanfyri kanst tú lesa yvirskipaða kunning um, hvar Rættarhjálpin fær upplýsingar, og hvussu leingi vit goyma tær. Harafturat kanst tú nema tær vitan um dátuverndarpolitikkin hjá rættarhjálpini.
Yvirskipaðar reglur fyri viðgerð av persónsupplýsingum í rættarhjálpini
Endamál og rættarstøðið fyri viðgerð av tínum persónsupplýsingum
Rættarhjálpin viðgerð persónsupplýsingar tínar við tí endamálið at kanna og svara tínum spurningum og at útinna neyðugu málsviðgerðina, sambært áheitan tíni til rættarhjálpina.
Fyri at viðgerða títt mál kann tað verða neyðugt at:
- Fáa til vega og gjøgnumganga tínar persónsupplýsingar
- Goyma, antin fysist ella elektronist, samskifti, skjøl, myndir og annað tilfar í málinum, sum kann fevna um tínar persónsupplýsingar
- Lata tínar persónsupplýsingar víðari til onnur, alt eftir umstøðunum eisini viðkvæmar upplýsingar, sum t.d. upplýsingar um húðalit, ættarslag ella etniskan uppruna, politiska, átrúnaðarliga ella heimspekiliga sannføring, yrkisfelagsligt tilknýti ella heilsuupplýsingar. Í hesum sambandi skal verða viðmerkt, at starvsfólk í rættarhjálpini fylgja somu trúnaðarmannagongdum sum advokatar. Upplýsingar sum rættarhjálpin hevur fingið til vega kunnu bara verða kravdur útflyggjaðir sambært rættarúrskurði.
- Harafturat ger rættarhjálpin hagtøl um virksemi í rættarhjálpini í eini árligari frágreiðing. Hagtølini verða send til Civilstyrelsen, hjá danska løgmálaráðnum, Føroya Landsstýrið, landsbókasavnið og føroysku miðlarnar.
Viðgerðin av persónsupplýsingunum fevnir vanliga um vanligar persónsupplýsingar, so sum navn, bústað og kontaktupplýsingar, og viðgerðin av hesum er vanliga grundað á § 8 stk. 1, nr. 2, 4 ella 5 í dátuverndarlógini, sum snýr seg um viðgerð av persónsupplýsingum, sum er neyðug fyri at halda eina avtalu, sum skrásetti er partur í, ella fyri at gera tað, sum eftir áheitan frá skrásetta er neyðugt, áðrenn avtalan verður inngingin.
Hevur tú sent okkum persónsviðkvæmar upplýsingar, er viðgerð okkara grundað á § 12, stk. 1, nr. 7 í dátuverndarlógini.
Viðkvæmar persónsupplýsingar eru upplýsingar um húðarlit, ættarslag ella etniskan uppruna, politiska, átrúnaðarliga ella heimspekiliga sannføring, ella yrkisfelagsligt tilknýti eins og viðgerð av íløgudátum, biometriskum dátum við tí endamáli eintýtt at eyðmerkja ein persón, heilsuupplýsingar, upplýsingar um kynslig viðurskifti, revsiverd viðurskifti ella upplýsingar um munandi sosialar trupulleikar og onnur heilt privat viðurskifti.
Hevur tú sent Rættarhjálpini upplýsingar um revsiverd viðurskifti, er viðgerð okkara grundað á § 13, stk. 5 í dátuverndarlógini.
Um tú skalt senda rættarhjálpini viðkvæmar upplýsingar, mæla vit tit at tú brúkar kryptering, so sum tryggan teldupost ella at skjøl verða vard við kotum.
Tá rættarhjálpin veitir ókeypis løgfrøðiliga ráðgeving til einstaklingar, viðgerð rættarhjálpin mál innan fleiri ymisk rættarlig málsøki. Rættargangslógin, við viðkomandi kunngerðum og vegleiðingum, eru rættargrundarlagið fyri viðgerðini hjá rættarhjálpini av persónsupplýsingum, sambært nevndu ásetingum í dátuverndarlógini.
Hvørjar upplýsingar savna vit um teg?
Í sambandi við viðgerð av málið tínum er tað í fleiri førum neyðugt at savna upplýsingar um teg. Í hesum viðgerðum stremba vit eftir ikki at savna ella viðgerða fleiri upplýsingar enn neyðugt er fyri viðgerð av máli tínum.
Tað ber eisini til at fáa anonyma ráðgeving frá rættarhjálpini.
Fyri at stova eitt mál, skrásetir rættarhjálpin upplýsingar um títt navn, bústað, telefonnr. og teldupostadressu. Tað er bara tá rættarhjálpin átekur sær málsviðgerð tína vegna, at neyðugt er, at vit stovna eitt mál.
Hvar savna vit upplýsingar um teg?
Vanliga savna vit upplýsingar um teg beinleiðis frá tær. Talan er tá um upplýsingar sum tú verður biðin um at upplýsa, tá tú hevur eitt mál í rættarhjálpini. Í samráð við teg kunnu vit eisini fáa ella savna upplýsingar frá øðrum keldum, sum t.d. frá almennum myndugleikum ella felags yvirlitum.
Tú hevur altíð rætt til at fáa at vita, hvar vit savna upplýsingar um teg frá og tú fært altíð hesar upplýsingar í sambandi við málsviðgerðina.
Hvussu víðarigeva vit upplýsingar um teg?
Starvsfólk okkara hava tagnarskyldu um teg og tíni viðurskifti, og skulu ikki ógrundað geva upplýsingar víðari, sum tey í sínum arbeiði hava fingið kunnleika til. Rættarhjálpin gevur bert upplýsingar víðari um tað er heimilað ella vit hava skyldu til tess eftir ásetingum í lóg, ella við tínum samtykki. Tað kann til dømis vera til almennir myndugleikar ella partar, sum skulu vera við til at greiða/upplýsa málið.
Nær geva vit persónsupplýsingar tínar víðari til triðjalond?
Undantikið kennifílur og greiningaramboð á heimasíðuni, sum nærri lýst omanfyri, gevur Rættarhjálpin sum meginregla ikki persónsupplýsingar víðari til triðjalond, undir hesum útlendskar myndugleikar ella altjóða felagsskapir í triðjalondum, uttan so at tað er neyðugt fyri málsviðgerðina. Fyri nærri kunning um hetta kanst tú lesa kap. 6 í Dátaverndarlógini.
Hvussu leingi goyma vit persónsupplýsingar?
Vit skjalføra allan post, sum kemur inn og fer út, umframt alt skjalatilfar sum verður útvega rættarhjálpini frá tær ella í samráð við teg. Alt skjalatilfar, herundir persónsupplýsingar, verður vanliga goymt í 5 ár eftir at málið er enda í rættarhjálpini. Hetta við atlitið til møguligar klagur ella endurgjaldskrøv í sambandi við okkara ráðgeving og málsviðgerð.
Rættarhjálpin strikar og burturbeinir upplýsingarnar, tá ið hesi 5 ár eru liðin. Tá ið upplýsingar eru strikaðir, ella burturbeindir hevur Rættarhjálpin ikki longur atgongd til upplýsingarnar.
Tínir persónsupplýsingar verða bara viðgjørdir í tann mun tað er neyðugt og so leingi títt mál ikki er enda.
Nær og hvussu brúka vit sjálvvirkandi avgerðir?
Rættarhjálpin brúkar ikki sjálvvirkandi avgerðir.
Hvørji rættindi hevur tú?
Tú hevur hesi rættindi sambært dátuverndarlógini:
Tú hevur rætt til at fáa innlit í upplýsingar um teg – § 26 um innlitsrættin hjá skrásetta.
Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg rættaðar og/ella krevja at ófullfíggjaðar upplýsingar um teg verða fullfíggjaðar – § 27 um rættin til rætting.
Tú hevur rætt til at fáa upplýsingar um teg strikaðar, um tær ikki longur eru neyðugar at náa tí endamáli, sum tær vórðu savnaðar ella viðgjørdar til – § 28 um rættin til striking.
Tú hevur rætt til at viðgerð av tínum persónsupplýsingum verður avmarkað – § 29 um rættin til viðgerðaravmarking.
Tú hevur treytaleysan rætt til at mótmæla at viðgerð av tínum upplýsingum verða brúktar til beinleiðis marknaðarføring – § 33 um rættin til at mótmæla.
Tú hevur rætt til at mótmæla viðgerð av tínum persónsupplýsingum – § 32 um rættin at mótmæla.
Um viðgerð av tínum persónsupplýsingum er grundað á samtykki, hevur tú til eina og hvørja tíð rætt til at taka samtykkið aftur. Afturtøka av samtykki ávirkar ikki lógggildið av viðgerðini av tínum persónsupplýsingum, sum er grundað á samtykki áðrenn afturtøkuna avsamtykkinum – § 9, stk. 3 um treytir fyri samtykki.
Tú hevur rætt til at at krevja at fáa tínar persónsupplýsingar í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði – § 31 um rættin til dátuflutning av persónsupplýsingum og dátuportabilitet
Treytir ella avmarkingar kunnu vera knýttar at nevndu rættindunum, og er tað tengt at serstøku umstøðunum, sum eru galdandi í sambandi við dátuviðgerðina.
Vilt tú brúka tíni rættindi, skalt tú seta teg í samband við okkum.
Sí nærri kunning niðanfyri, um hvussu tú kanst seta teg í samband við dátuverndarfólkið í rættarhjálpini.
Niðanfyri kanst tú eisini lesa meira um, hvørjar uppgávur dátuverndarfólkið hevur, og hvørjum viðkomandi kann hjálpa tær við.
Broyting og dagføring av hesum skjali
Henda síðan kann verða dagførd, t.d. orsakað av broytingum í lóggávu, nyggjum tøkniligum loysnum ella møguleikum, ið t.d. kunnu betra um okkara heimasíðu, bygnaðarbroytingum í rættarhjálpini, broytingum í okkara tænastuútboði ella broytingum í okkara mannagongdum. Vit skila okkum rætt til at broyta hesa síðu uttan at boða frá tí á annan hátt enn við at dagføra síðuna. Vit mæla tær til at vitja hesa síðu regluliga fyri at halda teg kunnugan við okkara viðgerð av persónsupplýsingum.
Við at brúka heimasíðu okkara góðtekur tú treytirnar á hesi síðu. Um tú ikki góðtekur treytirnar, verður tú vinarliga biðin um ikki at brúka okkara heimasíðu ella tær tænastur, ið hoyra henni til.
Dátuverndarfólkið í rættarhjálpini
Hevur tú spurningar um okkara handfaring av tínum persónsupplýsingum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkara dátuverndarfólk.
Tú kanst eisini seta teg í samband við dátuverndarfólkið, um tú hevur illgruna um, at rættarhjálpin hevur brotið trúnaðin í handfaring av tínum persónsupplýsingum ella persónsupplýsingum hjá øðrum.
Hvør er uppgávan hjá dátuverndarfólkinum?
Uppgávan hjá dátuverndarfólkinum, er at styðja uppundir, at rættarhjálpin livir upp til galdandi dátuverndarreglur. Harafturat ráðgevur og vegleiðir dátuverndarfólkið leiðslu og starvsfólki um krøvini um trygga handfaring av persónsupplýsingum sambært dátuverndarlóggávu.
Hvat kann dátuverndarfólkið ikki hjálpa við?
Dátuverndarfólkið kann ikki vegleiða um lógarspurningar ella rættarviðurskifti, herundir løgfrøðiligar spurningum viðvíkjandi einum máli, har tú hevur fingið ráðgeving í rættarhjálpini, ella hjálpa við at orða kærur.
Dátuverndarfólkið kann ikki taka støðu til, um skeivleikar eru í vanligu málsviðgerðini hjá rættarhjálpini.
Tú kanst lesa meira um leiklutin hjá dátuverndarfólkinum á heimasíðuni hjá Dátaeftirlitinum www.dat.fo.
Set teg í samband við dátuverndarfólkið í rættarhjálpini
Hevur tú spurningar um okkara handfaring av persónsupplýsingum tínum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkara dátuverndarfólk.
Tú kanst eisini seta teg í samband við dátuverndarfólkið, um tú hevur illgruna um, at rættarhjálpin hevur brotið trúnaðin í handfaring av tínum persónsupplýsingum ella persónsupplýsingum hjá øðrum.
Send ein teldupost til post@raettarhjálpin.fo, har tú viðmerkir "Att: Dátuverndarfólkið”, ella við vanligum posti til:
Rættarhjálp Føroya
Att: Dátuverndarfólki
Kristnastova
Gongin 20
100 Tórshavn
Tú ert vælkomin at skriva og biðja dátuverndarfólk okkara ringja til tín.
Kæra um viðgerð av persónsupplýsingum
Viðgerð av persónsupplýsingum, ið viðvíkja tær, og sum fer fram í rættarhjálpini sambært dáturverndarlógini, kann kærast til Dátueftirlitið.
Dátueftirlitið
Tinganes,
Postboks 300
110 Tórshavn
Teldupostur: dat@dat.fo
Meira kunning um dátuverndarlógina fæst á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum www.dat.fo.