Mál
Vit veita rágeving og hjálp í t.d. hesum spurningum:
- Forsorgamál
Rættindi til pensjónir, dagpengar, ALS og aðra hjálp frá tí almenna.
- Avgerðir og málsviðgerð
hjá almennum stovnum- og hjálp til at kæra avgerðir.
- Heilsuviðgerð
Spurningar um skeiva viðgerð á skjúkrahúsi, hjá lækna, tannlækna og spurningar um viðurskifti í tilknýti til heilsutrygd.
- Tryggingarspurningar
Hvat fatar tryggingin um, og hvørji eru rættindini til endurgjald.
- Endurgjald
Í sambandi við harðskap, stuldur ella herverk.
- Rættindi á arbeiðsmarknaðinum
Uppsagnir, frítíðarløn, viðbøtur o.t.
- Seperatión, hjúnaskilnaður, konupengar, barnapengar
- Foreldramyndugleiki
- Rættastøðan hjá ógiftum pørum
- Arvarættur
- Skuldasanering
- Umsóknir um fría rættargongd
Um tú vilt í rættin við einum málið.
Vit veita tó ikki hjálp í hesum førum
- Um tú ert vinnurekandi og tað snýr seg um tína fyritøku
- Um tað snýr seg um skrivliga hjálp til at gera skeyti, veðbrøv, hjúnasáttmálar o.t.
- Um tað snýr seg um ærumeiðing o.t.
Vit fara ikki í rættin
- Rættarhjálpin kann ikki umboða teg í einum rættarmáli
- Vanliga møtir rættarhjálpin heldur ikki í fúta- og skiftissakum
- Men vit kunna søkja um fría rættargongd fyri teg og veita aðra vegleiðing