
Rættarhjálpin á Býarbókasavninum
15 / 09 / 2016
Í vetur verður møguleiki at leita sær løgfrøðiliga hjálp á Býarbókasavninum í Havn.
Ein mikudag um mánaðin árið út verður Rættarhjálpin at hitta í gongugøtuni á 4. hædd í Niels Finsensgøtu 7.
Opið verður hesar dagar:
- 21. september
- 19. oktober
- 16. november
- 14. desember.
Opið verður millum: kl.16 og 18.
Týsdagar og hósdagar hevur Rættarhjálpin sum vant opið í hølunum í Kristnastovu úti á Reyni.