Mangan spurt
Rættarhjálp Føroya fær fyrispurningar um nógv ymisk løgfrøðilig viðurskifti. Niðanfyri eru nøkur dømi um mangan spurdar spurningar.
Eg vil fegin síggja mína sjúkujournal
Spurningur: Eg havi verið sjúk í eitt longri tíðarskeið, uttan at læknarnir hava funnið fram til orsøkina. Eg havi eina fyristilling um, at læknarnir halda upplýsingar aftur fyri mær. Kann eg krevja at sleppa at síggja mína journal?
Svar: Ja, tú kanst biðja um innlit í tína journal, har tú hevur verið til viðtalu. Tú hevur sum útgangsstøði rætt til at síggja alt, sum er skrivað í journalina, men læknin kann avmarka innlitið, um atlit til tín sjálvan tala fyri hesum, ella onnur privat áhugamál.
Hvat er tvangsarvur?
Spurningur: Eg havi kjakast við nakrar vinmenn um býti av arvinum eftir abba mín. Ein av vinum mínum sigur, at tað er munur á "lívsarvingum" og "tvangsarvingum". Eg veit ikki, hvat hann tosar um, gera tit?
Svar: Lívsarvingar eru hansara børn, abbabørn, langabbabørn og oldurabbabørn. Tey eru eisini tvangsarvingar. Kona abba tín er eisini tvangsarvingur, men ikki lívsarvingur.
Skal eg rinda dýru bilrokningina?
Spurningur: Havi nýliga fingið bilin afturgjørdan hjá einum bilmekanikara og havi fingið eina rokning á kr. 12.500,- v/mvg. Eg vil ikki rinda rokningina, tí tá eg avleveraði bilin, fekk eg at vita, at tað ikki fór at kosta meira enn gott kr. 7.000,- v/mvg. Eri nú hótt við advokati, og vil eg bert hoyra, um eg kann nokta fyri at rinda skuldina.
Svar: Tú kanst nokta at rinda skuldina, men hetta kann hava avleiðingar við sær. Í síðsta enda kann hetta viðføra, at málið endar í rættinum og viðførur hetta eyka útreiðslur fyri teg. Tú hevur próvbyrðuna fyri, at tit hava avtalað, at rokningin ikki fór uppum kr. 7.000,- v/mvg. Um tað ikki fyriliggur skrivligt tilfar um "avtaluna við bilmekanikaran", vil eg mæla tær til, at skuldin verður rindað.
Kann eg arva, tá vit ikki eru gift?
Spurningur: Eg havi búð saman við mínum vini í 15 ár. Vit eru ikki gift. Vit eru nú komin upp í árini og eru farin at ivast um, hvørt vit arva hvør eftir annan, um annar av okkum doyr. Hvussu væl eru vit tryggjað?
Svar: Tað eru bert gift pør, ið uttan víðari arva hvør eftir annan - so um tit ynskja at arva hvør eftir annan, uttan at tit gifta tykkum, so eiga tit at gera eitt testamenti.
Nær er maður mín frítikin fyri sínar skyldur?
Spurningur: Maður mín hevur borgað fyri einum kassakreditti á kr. 100.000,- í smb. við, at svigarsonurin stovnaði nýtt felag. Nú hava vit tosað um, nær maður mín kann rokna við at verða leysur av sínum skyldum, umframt um bankin kann krevja meg?
Svar: Tað er torført at svara, nær maður tín er leysur uttan at hava sæð, hvussu borganin er orðað. Broytingar í borganini kunnu eisini viðføra, at borganin fellur burtur.
Hjúnarfelagar hefta sum útgangsstøði ikki fyri skuld hvør hjá øðrum.
Óskift búgv?
Spurningur: Verfaðir mín situr í óskiftum búgvið eftir vermóður mína við teirra tveimum synum. Tað hevur hann gjørt nú í umleið 7 ár. Her í vár gav verfaðir tí eina soninum (ikki manni mínum) kr. 20.000,00 sum gávu, uttan at maður mín fekk somu upphædd. Kunnu vit mótmæla hesum, tá maður mín fær tað minni at arva?
Svar: Ja, tað kunnu tit sum útgangsstøði altíð; spurningurin er bara, hvat tit fáa burturúr hesum. Tit kunnu krevja, at óskifta búgvið verður skift, um gávan ikki stendur mun til støddina á ognini í óskifta búnum.