Rættarhjálp Føroya

Rættarhjálp Føroya hevur til endamáls at bjóða fría løgfrøðiliga hjálp og ráðgeving til einstaklingar. Rættarhjálpin hevur tagnarskyldu, og allar áheitanir verða viðgjørdar í trúnaði.

Einstaklingar kunnu venda sær til Rættarhjálpina við at ringja í upplatingartíðini, senda teldupost ella við at møta upp persónliga í Rættarhjálpini. Tað er ein fyrimunur at bíleggja tíð áðrenn, men hetta er ikki neyðugt.

Rættarhjálpin í Føroyum er mannað við løgfrøðingum, ið starvast hjá tí almenna, privatum fyritøkum og á advokatskrivstovum.

Samband

Kristnastova
Gongin 20
Postboks 339
110 Tórshavn

Tlf.: 319823
Teldupostur: post@raettarhjalpin.fo 

Skrivstovan er opin:

Týsdag kl.: 18.00 - 20.00
Hósdag kl.: 16.00 - 18.00