Vit veita rágeving og hjálp í t.d. hesum spurningum:

  • Forsorgamál
    Rættindi til pensjónir, dagpengar, ALS og aðra hjálp frá tí almenna.
  • Avgerðir og málsviðgerð
    hjá almennum stovnum- og hjálp til at kæra avgerðir.
  • Heilsuviðgerð
    Spurningar um skeiva viðgerð á skjúkrahúsi, hjá lækna, tannlækna og spurningar um viðurskifti í tilknýti til heilsutrygd.
  • Tryggingarspurningar
    Hvat fatar tryggingin um, og hvørji eru rættindini til endurgjald.
  • Endurgjald
    Í sambandi við harðskap, stuldur ella herverk.
  • Rættindi á arbeiðsmarknaðinum
    Uppsagnir, frítíðarløn, viðbøtur o.t.
  • Seperatión, hjúnaskilnaður, konupengar, barnapengar
  • Foreldramyndugleiki
  • Rættastøðan hjá ógiftum pørum
  • Arvarættur
  • Skuldasanering
  • Umsóknir um fría rættargongd
    Um tú vilt í rættin við einum málið.

Vit veita tó ikki hjálp í hesum førum

  • Um tú ert vinnurekandi og tað snýr seg um tína fyritøku
  • Um tað snýr seg um skrivliga hjálp til at gera skeyti, veðbrøv, hjúnasáttmálar o.t.
  • Um tað snýr seg um ærumeiðing o.t.

Vit fara ikki í rættin

  • Rættarhjálpin kann ikki umboða teg í einum rættarmáli
  • Vanliga møtir rættarhjálpin heldur ikki í fúta- og skiftissakum
  • Men vit kunna søkja um fría rættargongd fyri teg og veita aðra vegleiðing