Rættarhjálp Føroya hevur til endamáls at bjóða fría løgfrøðiliga hjálp og ráðgeving til einstaklingar. Rættarhjálpin hevur tagnarskyldu, og allar áheitanir verða viðgjørdar í trúnaði.

Einstaklingar kunnu venda sær til Rættarhjálpina við at ringja í upplatingartíðini, senda teldupost ella við at møta upp persónliga í Rættarhjálpini. Tað er ein fyrimunur at bíleggja tíð áðrenn, men hetta er ikki neyðugt.

Rættarhjálpin í Føroyum er mannað við løgfrøðingum, ið starvast hjá tí almenna, privatum fyritøkum og á advokatskrivstovum.


Rættarhjálpin heldur til í kjallarahæddini í Kristnastovu úti á Reyni í Havn.


Eldri tíðindi:

Ársfrágreiðing 2016

Februar 2017
Hagtøl fyri virksemi hjá Rættarhjálpini í 2016 eru nú tøk og vísa ein
framhaldandi vøkstur í tali av vitjandi. Hagtølini greina m.a. býti av
vitjandi á sløg av fyri- spurningum, býti kring landið, aldur, kyn og
demografiskt. Ársfrágreiðingin kann heintast her.

Rættarhjálpin á Býarbókasavninum

September 2016

Í vetur verður møguleiki at leita sær løgfrøðiliga hjálp á Býarbóka-
savninum í Havn. Les meira her. 

Rættarhjálpin 20 ár

Juni 2016
Í sambandi við at 20 ár eru liðin, síðani Rættarhjálp Føroya varð sett
á stovn, var almen móttøka í Posthús­kjallaranum fríggjadagin 24. juni.

Myndir og røður eru at finna her






Summarfrí

Rættarhjálpin er stongd í viku 28 til 31.
T.v.s. at opið er seinastu ferð áðrenn summarfrítíðina hósdagin 6. juli.
Opið verður aftur týsdagin 8. august.

Rættarhjálp Føroya

Kristnastova
Gongin 20
Postboks 339
110 Tórshavn

Tlf.: 319823
Fax: 319833
Teldupostur: post@raettarhjalpin.fo 

Skrivstovan er opin:
Týsdag kl.: 18.00 - 20.00
Hósdag kl.: 16.00 - 18.00

Her finnur tú okkum: