Ráðgevar

Ráðgevarnir hjá rættarhjálpini hava øll løgfrøðiliga kandidatútbúgving (cand.jur.) við ymiskum og sera fjølbroyttum royndum innan t.d. familju- og arvarætt, sosiallóggávu, heilsulóggávu, skattarætt, skuldarumskipan, starvsfólkamál, fastogn, tryggingarlóggávu, brúkaralóggávu, revsing og rættargang, almenna fyrisiting, kommunal viðurskifti umframt advokatar.

Vit leggja dent á, so vítt gjørligt, at beina okkara viðskiftafólk til ráðgevar við teimum mest viðkomandi royndunum, tó sjálvsagt við atliti  at møguligum gegnistrupulleikum.

Okkara ráðgevar og starvsfólk annars hava tagnarskyldu um øll viðurskifti, sum tey fáa kunnleika til í samskiftinum við okkara viðskiftafólk.

Ráðgevarnir

  • Andreas Sjóvará
  • Bennvør Ferjá Eyvindsson
  • Birgit á Heygum
  • Durita S. Djurhuus
  • Eyðhild Skaalum
  • Herborg Sloan
  • Ingi Kárason Midjord
  • Jákup Nielsen
  • Jóanna Djurhuus
  • Kari Hattarstein
  • Kristina Samuelsen
  • Lív Krogh Arge
  • Majbritt Lamhauge
  • Sverri Skaalum Joensen
  • Øssur Patursson