Vegleiðing

Eru tíni rættindi tryggjað?
Vit koma øll í hóslag við lógir og paragraffir í gerandisdegnum, og tá ið á stendur er skótt at drukna í øllum hurlivasanum. Um tú ikki hevur ráð at keypa tær professionella hjálp, kunnu tíni rættindi skjótt detta burturímillum.

Rættarhjálp Føroya
Rættarhjálpin er stovnað 1996 av sjálvbodnum juristum. Endamálið er at veita einstaklingum ókeypis løgfrøðisliga hjálp og rágeving til tess at tryggja teirra rættindi. øll kunnu venda sær til rættarhjálpina, men víðkað hjálp verður veitt teimum, ið eru ringast fyri fíggjarliga.

Raksturin av skrivstovuni verður fíggjað við almennum studningi, men Rættarhjálp Føroya er ein sjálvsognarstovnur, sum er óheftur av almennum myndugleikum og privatum áhugamálum.

Rættarhjálp Føroya er mannað av juristum, ið dagliga starvast bæði innan tað almenna, hjá privatum fyritøkum og á advokatskrivstovum. Allir spurningar verða viðgjørdir í trúnaði og rágevararnir hava tagnarskyldu.

Goymsla av málsskjølum
Tá eitt mál er liðugt viðgjørt, verða skjølini í málinum, herundir elektroniskar dátur, goymd í 5 ár fyri síðani at verða makulerað/slettað heilt og endaligt. Allir persónsupplýsingar verða viðgjørdir samsvarandi ásetingunum í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum. Møgulig frumskjøl, sum rættarhjálpin hevur í varðveitslu, verða latin aftur í seinasta lagi, tá málið er liðugt viðgjørt.

Rættarhjálp Føroya veitir rágeving og hjálp í t.d. hesum spurningum:

Forsorgamál
Rættindi til pensjónir, dagpengar, ALS og aðra hjálp frá tí almenna.

Avgerðir og málsviðgerð
hjá almennum stovnum- og hjálp til at kæra avgerðir.

Heilsuviðgerð
Spurningar um skeiva viðgerð á skjúkrahúsi, hjá lækna, tannlækna og spurningar um sjúkrakassar.

Tryggingarspurningar
Hvat fatar tryggingin um, og hvørji eru rættindini til endurgjald.

Endurgjald
í sambandi við harðskap, stuldur ella herverk.

Rættindi á arbeiðsmarknaðinum
Uppsagnir, frítíðarløn, viðbøtur o.t.

Seperatión, hjúnaskilnaður, konupengar, barnapengar

Foreldramyndugleiki

Rættastøðan hjá ógiftum pørum

Arvarættur

Skuldasanering

Umsóknir um fría rættargongd
um tú vilt í rættin við einum málið.

Vit veita tó ikki hjálp í hesum førum
Um tú ert vinnurekandi og tað snýr seg um tína fyritøku
Um tað snýr seg um skrivliga hjálp til at gera skeyti, veðbrøv, hjúnasáttmálar o.t.
Um tað snýr seg um ærumeiðing o.t.

Vit fara ikki í rættin
Rættarhjálpin kann ikki umboða teg í einum rættarmáli
Vanliga møtir rættarhjálpin heldur ikki í fúta- og skiftissakum
Men vit kunna søkja um fría rættargongd fyri teg og veita aðra vegleiðing





Rættarhjálp Føroya

Kristnastova
Gongin 20
Postboks 339
110 Tórshavn

Tlf.: 319823
Fax: 319833
Teldupostur: post@raettarhjalpin.fo 

Skrivstovan er opin:
Týsdag kl.: 18.00 - 20.00
Hósdag kl.: 16.00 - 18.00

Her finnur tú okkum: