Røða løgmans til 20 ára hátíðarhaldið hjá rættarhjálpini


Góðan dagin øll somul.


Rættarhjálpin er ein sonn sólskinssøga. Ein tryggur karmur – eitt akker – hjá øllum, ið hava tørv á løgfrøðiligari leiðbeining. Og hollu hjálpina fært tú uttan mun til, hvussu tjúkkur tín privati pengapungur er.


At løgfrøðingar sjálvboðið fyri 20 árum síðan settu Rættarhjálpina á stovn er eftir mínum tykki eitt tað størsta sosiala átakið í nýggjari tíð, tí við løgfrøðiligu ráðgevingini hava allir borgarar møguleika at leita sær hjálp, uttan at rinda okursprís til ein advokat.


Rættarhjálpin er við til at tryggja rættindini hjá vanliga føroyinginum. Og tað hevur stóran týdning, tí sum borgari er skjótt at renna seg í eina løgfrøðiliga fløkju um arv, samveru við børnum, starvsfólkaviðurskifti, sosialar veitingar ella hjúnaskilnað. Tá er gott at hava ein stovn at venda sær til, sum tekur tíni ivamál í størsta álvara. Og ger tað ókeypis.


Stutt eftir eg flutti heim sum nýútbúgvin løgfrøðingur í 2004 gjørdist eg partur av toyminum hjá Rættarhjálpini í nøkur ár. Í hugnaligu hølunum í Kristnastovu fekst tú teg veruliga royndan og mentan. Fyrispurningarnir frá fólki fevna breitt, og sum løgfrøðingur fært tú innlit og vitan um fleiri ókend øki. Hesin partur skal heldur ikki undirmetast.


Tað eru ikki altíð sólskinssøgurnar, sum seta dagsskránna. Tann góða og positiva søgan hevur stundum torført við at vinna frama. Og tað er spell, tí høvdu tær tað, so hevði nógv størri ljós verið varpað á sjálvbodna arbeiðið í Rættarhjálpini.


Hagtølini vísa, at millum 600-700 fyrispurningar eru á hvørjum ári, tað er í miðal tveir um dagin, so tørvurin er stórur. Mín varhugi er, at fleiri borgarar ikki eru varugir við frálíku ókeypis tænastuna, sum Rættarhjálpin veitir. Og tað er harmiligt. Tað skal tí vera mín vón, at meira ljós verður varpað á arbeiðið hjá ráðgevingini í komandi tíðum.


Eg fari her at enda at takka øllum tykkum, sum løgdu lunnar undir, at Rættarhjálpin gjørdist veruleiki í 1996, og tøkk til stýri, ráðgevarar og dagligu leiðsluna - uttan tykkara hjálp hevði tað slettis ikki borið til at veitt hesa frálíku tænastu.


Takk fyri


Aksel V. Johannesen





Rættarhjálp Føroya

Kristnastova
Gongin 20
Postboks 339
110 Tórshavn

Tlf.: 319823
Fax: 319833
Teldupostur: post@raettarhjalpin.fo 

Skrivstovan er opin:
Týsdag kl.: 18.00 - 20.00
Hósdag kl.: 16.00 - 18.00

Her finnur tú okkum: