Rættarhjálp Føroya 20 ár

Í sambandi við at tað 25. juni vóru 20 ár síðani Rættarhjálp Føroya hevði opið fyrstu ferð, var almen móttøka í Posthúskjallaranum fríggjadagin 24. juni frá kl. 15.


Har bjóðaði Nella Festirstein, forkvinna í stýrinum fyri rættarhjálpina, fyrst vælkomin.


Síðani helt Aksel V. Johannesen, løgmaður, røðu um týdningin hjá rættarhjálpini – eisini í mun til landsfyrisitingina. Røðan kann lesast her .


Harnæst røddi Heðin Mortensen, borgarstjóri, og greiddi frá eini royndarverkætlan, ið rættarhjálpin fer undir í heyst saman við Tórshavnar Kommunu. Talan er um, at rættarhjálpin fer at hava opið á býarbókasavninum eina ferð um vikuna. Røðan kann lesast her .


Peter Flügge, dómari, greiddi frá um sambandið millum rættarhjálpina og dómaraskrivstovuna og rættin.


At enda legði Kristina Samuelsen, dagligur leiðari á rættarhjálpini, fram hagtøl um rættarhjálpina hesi 20 seinastu árini og greiddi frá, hvar man finnur upplýsing um rættarhjálpina. Framløgutalvurnar kunnu síggjast her.


Undir móttøkuni spældi Rasmus V. Samuelsen klaver.