Rættarhjálpin flest fyrispurningar um arv í 2013

12 / 03 / 2015

Flestu føroyingar, ið vendu sær til Rættarhjálp Føroya í 2013, spurdu um arv og skifti. Nógvir føroyingar spurdu eisini um hjúnarskilnað í fjør.

Hon er fylt við tølum, yvirlitum og tabellum - ársfrágreiðingin hjá Rættarhjálp Føroya fyri 2013, ið tekur saman um fyrispurningarnar, tey fingu í 2013.

Teir flestu av teimum 720 fyrispurningunum, Rættarhjálp Føroya fekk í 2013, snúðu seg um arv og skifti og um hjúnarskilnað og sundurlesing

81 fyrispurningar - 11,3% - snúðu seg um arv og skifti og 67 fyrispurningar - 9,3% - snúðu seg um hjúnarskilnað og sundurlesing, sambært frágreiðingini.

Fólk í Streymoy spurdu mest

Tann størsti parturin av øllum teimum 720 fyrispurningunum, ið Rættarhjálp Føroya fekk í 2013, komu frá fólkum í Streymoy.

435 av fyrispurningunum - tað vil siga 60,4% - sum Rættarhjálpin fekk í 2013, vóru frá fólki í Streymoy, sambært ársfrágreiðingini fyri 2013.

Næstflestu fyrispurningarnir í 2013 komu frá fólki í Eysturoy, ið stóðu fyri 14,2 prosentum. 9,9% av fyrispurningunum komu frá fólki í Norðoyggjum.